Search :
Text for song:

Hov Featuring Trygve Mathiesen Presents 'sigmundskvadet'

Enslaved

Band/Artist: Enslaved

Album: Monumension

Í Føroyum búðu høvdingar tveir,
Tróndur og Sigmundur itu teir.

Noregs menn! dansið væl í stillum;
stilli tykkum allar,
riddarar, Noregs menn!
dansið væl í stillum.

Sigmundur búði Skúvoy á,
Tróndur búði við Gøtuvág.

So grammur var Tróndur, hann hugsar ilt:
Sigmundur hevur vár’ veitslu spilt.

Tróndur hann situr í sínari lon:
“Tit heintið mær Sjúrða Tollaksson.

Tit heintið mær Gutta og láa Tór.”
Snarliga boð eftir teimum fór.

Inn komu garpar og søgdu so:
“Hvat vilt tú, Tróndur, tú sendi oss boð?”

“Eg havi sent tykkum boðini tey,
at tit skulu hjálpa til Sigmunds deyð.

Tit hvessið spjót, tit hvessið knív;
tað skal galda Sigmunds lív.

Hetta mítt ráð man vera gott:
Vit skulu herja á hann á nátt.”

Teir samlaðu saman sveinar og menn
og gingu til strandar allir í senn.

So sigldi Tróndur Skúvoyarfjør,
skútan bognaði sum ein gjør.

So myrk var náttin, og skútan gegg,
so blíðan byrðin Tróndur fekk.

Myrk var náttin, og skútan rann,
teir hildu beint mót Skúvoy fram.

Eingin vardi, teir komu hartil,
alt gekk til, sum Tróndur vil.

Skramblaðu teir við vápnum hart,
so hurðar gingu í smildur snart.

Sigmundur vaknar úr svøvni brátt:
“Hvør brýtur inn á meg í nátt?”

“Hann, sum brýtur tínar dyr,
tað er tann maður, tú háaði fyrr.

Sigmund helt sítt svørð ímót,
fimm fullu høvur á Tróndar fót.

Sigmundur høggur av makt og vold,
trý fullu høvur á Tróndar skjold.

Tróndur hann var til ilsku fús:
“Tit setið nú eld á Sigmunds hús!”

Sigmundur talar til frænda sín:
“Nú má eg rýma av húsi mín’.”

Einar úr Suðuroy, hans frændi Tór,
eingin annar við Sigmundi fór.

Sigmunds hústrú stendur við vegg:
“Tú hoyr meg , Tróndur Gøtuskegg.

Stríðist tú móti konu og børn,
so ert tú grískari enn ein bjørn.”

“Tit sløkkið eld, tit stingið inn knív!
Eg stríðist bert um Sigmunds lív.”

Tróndur vendi borgini frá,
beint ímót’ sum Sigmundur lá.

Tróndur hevði so fyri orð:
“Eg kenni royk av Sigmunds sporð.”

Tróndur biður teir hava mót:
“Eg kenni royk av Sigmunds fót.”

Teir gingu fram um grøna lund,
teir dvøldust við gjónna eina stund.

Sigmundur sær um gjónna brá:
Steingríms høvur á vølli lá.

Sigmundur aftur um gjónna sprakk,
svørðið úr hans hondum stakk.

Sigmundur flýddi á oynna norð,
Tróndur hevði tá manndómsorð.

Sigmundur kastaði í havið seg,
Einar og Tóri sama veg.

Tá ið Tróndur hetta sá,
aftur at báti skundar hann tá.

Aftur at báti skundar hann tá,
men ikki kundi hann Sigmundi ná.

Svimja teir tríggir við miklari ferð,
sum streymur harður á firði er.

Tórur aftur um seg sá:
“Nú tekur Einar at dragna frá.”

Sigmundur gjørdi sær tann ómak:
hann legði Einar á sítt bak.

Tórur rætti Sigmundi hond:
“Nú hevur Einar givið upp ond.”

Sigmund slepti Einar’ av,
Suðuroyarfjørður varð hans grav.

Sigmundur svimur og frændi hans,
enn er fjórðingur eftir til lands.

Tórur legði seg bylgju ímót.
“Nú eri eg givin í hond og fót.”

Tú svim til lands, legg einki í meg!
Eg eri farin, men redda teg.

Svaraði Sigmund’, í sjónum sat:
“Ei, mín frændi, skiljast vit at.

Vit vóru saman í mangari ferð,
ei mín frændi, skiljast vit her.”

Sigmundur var í orðum trygg’,
hann legði Tóra á sín rygg.

Sigmundur svimur av allari makt:
“Nú hava vit at landi lagt.”

Brimið tað brýtur sum boðaslóð,
Tað Tóra niður at botni dró.

Sigmundur var ein menskur mann,
men ikki bóru beinini hann.

Tá hann hevði svomið tann veg so lang,
hann legði seg stillan niður í tang.

Torgrímur átti Sandvík fyrr,
hann sá ein morgun út fyri dyr.

Torgrímur hugdi mót tara út:
“Eg meini, eg síggi ein reyðan klút.”

Tórgrímur talar til dreingir tveir:
“Tit vitið, um har er nakað meir.”

Inn koma dreringir og siga frá,
stórur maðu rí tara lá.

Ein stórur maður í tara lá,
ongum líkari enn Sigmund’ at sjá.

Torgrímur tók sær øks í hond,
so fór hann til sjóvarstrond.

Torgrímur niður í taran sær,
maktarleysur lá Sigmundur har.

Torgrímur talar til sveinar sín’:
“Gullringur Sigmunds skal vera mín!”

“Dreingir, tit haldið mær í hans hár,
meðan eg gevi honum banasár.

Dreingir, tit haldið (í) hans hár í topp,
meðan eg skilji høvur frá kropp’.”

Dreingirnir hildu í hans hár,
meðan hann gav honum banasár.

Dreingirnir hildu (í) hans hár í topp,
meðan hann skilti høvur frá topp.

Gullringin bóru teir heim til hús,
men kroppin gróvu teir í sand og grús.

Ein slíkan enda Sigmundur fekk,
hans líki ei í Føroyum gekk.